B36 vann í dag 3-1 á KÍ í Klaksvík og er framvegis oddalið í Effo-deildini. Teir hava 20 stig eftir átta umfør.
Les eisini(Ljóðsamrøða): Bagge: Teir vóru vemmiligir fyrstu løtuna
Tað var KÍ, ið annars byrjaði dystin betri, tí teir komu á odda longu aftaná 2 minuttum. Málskjútti hjá teimum var brasiliumaðurin Rodrigo Silva.
Les eisini:(Ljóðsamrøða): Eyðun: Høvdu uppiborið betri
Tað eydnaðist tó B36 at koma innaftur í dystin. Við tveimum málum frá Adeshina Lawal og einum frá liðskiparanum Jákup á Borg, eydnaðist tað B36 at vinna dystin 1-3.
Til ber at síggja samandráttin við at trýst á pílin á myndini










