VIDEO: Soleiðis tryggjaði Heidi Føroyum trý stig móti Gibraltar

(Video) Síggj upptøku frá kringvarpinum í Gibraltar, GBC

Savnsmynd: FSF

Føroyska kvinnulandsliðið hevði heldur tungt hoyggj við Gibraltar í útidystinum í bólki 1 í Nations League deild C. 

 

Men tá 70 minuttir vóru leiktir kom forloysandi sigursmálið hjá Føroyum. Jensa Tórólvsdóttir spældi Heidi leysa, ið ikki sveik álitið, men skoraði enn eitt mál fyri Føroyar.

 

Sambært Wikipedia er talan um landsliðsmál nummar 32 hjá Heidi, meðan onnur siga, at talan er um mál nummar 29. Óannsæð eitt gott og týdningarmikið mál.

 

Í sama bólki vann Slovakia 1-0 á Moldova. Aftaná tvey umfør hevur Slovakia seks stig. Moldova og Føroyar hava trý stig hvør, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

 

4. apríl spæla Føroyar móti Moldova á heimavølli. 8. apríl hava okkara heimadyst móti Gibraltar. 

 

HER ber til á einari upptøku frá kringvarpinum í Gibraltar, GBC at síggja sigursmálið. Málið sæst við 2:42 minuttir. Afturvið hæddarpunktunum er eisini ein samrøða við liðskiparan hjá Gibraltar, Shania Robba sum setir orð á dystin:

 

##med2##

 

Gibraltar-Føroyar 0-1 (0-0) - Nations League deild C bólkur 1

 

0-1 Heidi Sevdal (70.)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Jancy Mohr, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sára Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal -  Eyðvør Klakstein (46' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) , Malena Olsen (46' Petra Hoydal), Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal.

 

Savnsmynd: FSF