VIDEO: Soleiðis misti Hellas Verona javnleikin í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Napoli 1-2 (0-1)

Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona høvdu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona ein flottan 1-1 javnleik móti verandi meistarunum, Napoli í pottinum. Men seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði kendi belgiski áleyparin, Romelu Lukaku til endaligu støðuna 2-1 til Napoli. 

 

Rasmus Højlund legði Napoli á odda longu í øðrum minutti. Men Hellas Verona stríddi seg innaftur í dystin, og í 64. minutti javnaði Jean-Daniel Akpa Akpro fyri heimaliðið.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Napoli 1-2 (0-1):

 

##med2##