VIDEO: Soleiðis fekk Mikkjal fulla úrtøku í Göteborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum GAIS-AIK Stockholm 0-1 (0-0)

Lagið er gott á teimum mongu viðhaldsfólkunum hjá AIK Stockholm, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara.

 

Í fyrsta dystinum í bestu svensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið vann AIK á útivølli 1-0 á GAIS.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0. Men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði kosovanski miðvallarin, Bersant Cellina bóltin í netið fyri AIK, og so kundu stokkhólmarnir stórfegnast um at fáa trý stig við sær til høvuðsstaðin.

 

Michael Wagner frá stóra blaðnum, Aftonbladet heldur, at kynisman hjá Mikkjali vann AIK sigurin í kvøld:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med3##