Video: Soleiðis vunnu Gilli og teir 5-0 á Stabæk

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Stabæk 5-0 (3-0) her

Brann er nýtt oddalið í tippuliguni. Tað gjørdist greitt, tá teir ígjár á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen vunnu ein knúsandi 5-0-sigur ímóti Stabæk.

 

Gilli Rólantsson byrjaði inni á vinstra vongi. Hann var eyðsýndur og spældi ein góðan dyst, men hann kom ikki á máltalvuna í kvøld. Hann varð útskiftur tá ið 68 minuttir vóru spældir.

 

Sigurin varð grundlagdur longu í fyrra hálvleiki. Brann var nevniliga á odda 3-0, tá ið liðini fóru at hvíla seg í hálvleikssteðginum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, har Gilli Rólantsson eisini hevði møguleikan at skora.

 

Bæði Sarpsborg og Rosenborg taptu í gjár, og tað var hetta, ið lat dyrnar upp fyri at Brann fekk vunnið seg upp á ovastu rók.

 

Støðan:

 

1Brann Bergen13742 29:1025
2Rosenborg13  74219:925
3Sarpsborg13733 22:1224
4Odd13634 11:1121
5Molde13625  21:1620
6Aalesund1354416:1419
7Vålerenga1353518:1918
8Haugesund1353515:1618
9Stabæk1353519:2318
10Lillestrøm1352617:1817
11Sandefjord1352615:2017
12Sogndal1344518:1916
13Strømsgodset1335515:2014
14Kristiansund1334612:1913
15Tromsø1334615:2413
16Viking1322911:238