TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í fyrsta undanumfarinum millum Trepca 89 og Víking, sum Víkingur vann 4-1, og samlað 6-2.
Upptøkurnar eru frá kosovanskum sjónvarpi. Ikki ber til at skilja nógv av tí, ið sagt verður um Víking, men tvey orð ganga aftur, og tey eru "disiplin" og "professionelt", og tað eru tvey orð, sum lýsa avrikið hjá Víkingi sera væl.
Staðfestast má eisini, at summi av málunum hjá Víkingi eru framúr væl sett inn.









