Belgia hevur á fyrsta sinni vunnið eitt HM-heiðursmerki í vaksnamannafótbólti. Tað hendi í Sankta Pætursborg fyrr í dag tá Belgia vann 2-0 á Onglandi.
Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Belgia kom á odda longu aftaná fýra minuttir. Belgia fór í álop í vinstru síðu og Nacer Chadli legði bóltin væl innfyri til Thomas Meunier, sum kom tvísporandi framum verjuna hjá Onglandi.
Gareth Southgate, venjari hjá Onglandi, hevði gjørt fleiri broytingar, men tað hjálpti lítið. Onglandi kom til onkrar møguleikar, men sjáldan stóð nógv á. Nærmastur at skora var Eric Dier.
Móti endanum setti Eden Hazard punktum fyri eitt gott persónligt HM. Hann hevur verið millum bestu spælararnar og slapp eisini at seta punktum við einum máli."
Hetta er triðja ferðin Belgia vinnur heiðursmerki í einum endaspæli. Í 1980 vann Belgia EM-silvur, tá teir taptu 1-2 ímóti Vesturtýsklandi í finaluni. Í 1972 vann Belgia EM-bronsu, tá teir á heimavølli í Bruxelles vunnu 2-1 á Ungarn í bronsufinaluni. Belgia spældi HM-bronsudyst ímóti Fraklandi í 1986, men tá taptu teir 2-4 ímóti Fraklandi aftaná longda leiktíð.
Hetta var aðru ferð Ongland tapti eina bronsufinalu. Í 1990 tapti Ongland 1-2 ímóti Italia, ið var vertur fyri HM-endaspælið tað árið. Ongland hevur eitt HM-heiðursmerki í søguni. Tað var HM-gullið sum var vunnið á Wembley leikvøllinum í London í 1966 aftaná ein 4-2 finalusigur á Vesturtýsklandi.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá bronsufinaluni.
Bronsufinalan:
Belgia – Ongland 2-0 (1-0)
1-0 Thomas Meunier, 4
2-0 Eden Hazard, 82









