VIDEO: Soleiðis sendi Noreg Frakland úr EM-endaspælinum

(Video) Síggj hæddarpunkt frá fantastiska norska sigrinum á Fraklandi

Verður hugt eftir úrslitunum, ið vóru í EM-endaspælinum í manshondbólti er tað norski sigurin á franska hondbóltsrisanum, ið verður nógv umrøddur í hondbóltsheiminum.

Noreg vann 28-26 á Fraklandi frammanfyri góðari heimafjøld í Tróndheimi, samstundis sum Portugal í bólki D vann 27-24 á Bosnia. Hetta merkir, at Noreg og Portugal eru víðari til millumspælið, meðan Frakland er úti av EM, og skal spæla ein líkagyldigan dyst móti Bosnia týsdagin.

Tað var serliga norska stjørnan, Sander Sagosen, ið gekk undan hjá Noregi við at skjóta heili 10 mál. 

Frakland – Noreg 26-28 (15-14)

Frakland :  Ludovic Fabregas 8, Michael Guigou 5, Luc Abalo 4, Nikola Karabatic 3, Nedim Remili 3, Romain Lagarde 1, Valentin Porte 1, Elohim Prandi 1.

Noreg: Sander Sagosen 10, Magnus Joendal 5, Kristian Bjørnsen 4, Magnus Gullerud 4, Harald Reinkind 4, Christian O´Sullivan 1.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá tí flotta norska sigrinum á Fraklandi:

##med2##

 

Bólkur B
Kekkia - Makedónia 27-25 (9-11)
Eysturríki - Ukraina 34-30 (18-17)

Eysturríki 4 stig
Kekkia 2 stig
Makedonia 2 stig
Ukraina 0 stig


Bólkur D
Portugal - Bosnia 27-24 (12-11)
Frakland - Noreg 26-28 (15-14)

Noreg 4 stig
Portugal 4 stig
Frakland 0 stig
Bosnia 0 stig

Bólkur F
Sveis - Póland 31-24 (14-12)
Svøríki - Slovenia 19-21 (9-10)

Slovenia 4 stig
Svøríki 2 stig
Sveis 2 stig
Póland 0 stig