Video: Soleiðis síggja nýggju íbúðirnar út

Kom við inn í nýggju íbúðirnar í gamla Kommunuskúlanum.

Í dag hevur Rani Petersen, kameramaður hjá Miðlahúsinum verið á gátt í nýggju íbúðunum í Kommunuskúlanum - nú Finsen. 

Umleið helmingurin av teimum 37 íbúðum verða eittrúmsíbúðir og hin helmingurin eru tvey- og trírúmsíbúðir. Nýggjar inngongdir í Kommunuskúlagarðin verða gjørdar frá Sjúrðagøtu og Tórsgøtu, so atgongdin til Kommunuskúlagarðin verður betri.

 

Allar íbúðirnar koma at hava góð ljósviðurskifti, og egna altan út frá alrúminum. Inniluftin verður tryggjað við ventilatións skipan. 

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið frá nýggju íbúðunum.