Video: Soleiðis gert tú blóðpylsu

Vit vóru við, tá bóndakonan Jóhanna Vang frá Gjógv herfyri fór at gera blóðpylsu og rullupylsu. Hon ger nakrar blóðpylsur um árið men fleiri rullipylsur. Uppskriftin er gingin í arv frá mammu hennara

 

Blóðpylsa

1 litur av blóði

4 indur

2 teskeiðir av salti

500 gram av putursukur

250 gram av rugmjøl

250 gram av hveitimjøl

250 gram av havragrýni

3-4 teskeiðir av kanel

1 teskeið av nelikar

1 teskeið av alhanda

1 pakka av rosinum

1 vet av pipar

 

Mannagongd: 

Lat salt og sukur í blóðið og rør til sukurið er upployst. Lat alt tilfarið í og lat deiggið hvíla í 30 minuttir. Fyll indini hálvt og seyma aftur. Prika hol í við stoppinál. Kóka indini í søltum vatni í ein tíma og 20 minuttir.