Video: Soleiðis er støðan á LSH júst nú

Hvat merkja sparingarnar og eru ljósmøðurnar orsøkin? Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri svarar

In.fo hevur í dag verið á gátt hjá sjúkrahússtjóranum, Ronnie Midjord. Hann greiðir frá, at áðrenn skurðviðgerðir verða fluttar, so verður ein læknalig meting gjørd soleiðis at sjúkrahúsið tryggjar, at tað er forsvarligt. 

 

 

Víðari sigur hann, at tað er vanligt hvørt ár og aðra staðni í heiminum, at tað eru nakrar lágorku tíðir á sjúkrahúsinum so, at man ger færri skurðviðgerðir hesa tíðina og samstundis loyvir starvsfólki at avspáka hesa tíðina. Herfyri var greitt, at sjúkrahúsið fór at mangla 8 milliónir, men við at millum annað leingja lágorku tíðirnar er eydnast at spara 2 milliónir, so at tað, sum restar í, nú er 6 milliónir krónur. Og tað fær Ronnie Midjord ikki gjørt nakað við, sigur hann. 

 

 

Til spurningin um, hvørt ósemjan á føðideildini er orsøkin til, at pengar mangla í, sigur Ronnie Midjord, at tað er ikki allur sannleikin. 

 

 

Les eisini: Stríðið á føðideildini kostaði Landssjúkrahúsinum 3 milliónir

 

- Tað stríðið kostaði áleið 3 milliónir. So tað er ein partur av tí, men tað hava eisini verið langar sjúkrameldingar hjá øðrum fakbólkum og aðrar eyka útreiðslur við, sum hava verið orsøk til, at landssjúkrahúsið manglar pengar, sigur Ronnie Midjord. 

 

Sí tað, sum sjúkrahússtjórin segði í dag, við at trýsta á pílin á myndini. 

 

 

Eftir áheitan frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fer landsstýrið alt fyri eitt at lata løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið.  Tað varð avgjørt á landsstýrisfundi fyrrapartin. 

 

 

- Sjúkrahúsverkið er ein høvuðssúla í okkara vælferðarsamfelag. Eitt dygt og trygt heilsuverk er eitt aðalmál hjá samgonguni, og tá ið játtanin ikki røkkur til vanliga virksemið fyri eina so grundleggjandi tænastu, so mugu vit politikarar sjálvandi tryggja, at virksemið kann halda fram, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

 

 

Landsstýrið vónar, at løgtingið fer at avgreiða málið sum eitt skundmál, soleiðis at virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður tarnað meira enn neyðugt, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi í dag.