Tað er ikki bara norska manslandsliðið í hondbólti, sum skrivar søgu í hesum døgum.
Fyri løtu síðani tryggjaði Slovenia sær sítt fyrsta HM-heiðursmerki nakrantíð, tá teir í HM-bronsudystinum vunnu ein ótrúligan 31-30 sigur á Kroatia. Kroatia var á odda 18-13 í steðginum, og førdi enntá 27-21 í seinna hálvleiki, men so stongdi Urban Lesjak málið hjá Slovenia, og samstundis fingu slovenar gongd á málskjótingina, og tað eydnaðist monnunum frá tí lítla miðevropeiska landinum at vinna ein ótrúligan 31-30 sigur, og harvið skriva søgu.
Slovenia hevur vunnið eitt annað heiðursmerki í søguni. Í 2004 vunnu teir silvur, tá teir vóru vertir fyri EM-endaspælinum í manshondbólti.
TRÝST á PÍLINI á MYNDINI, og síggj teir seinastu minuttirnar av HM-bronsudystinum, og síggj ótrúligu, og ektaðu gleðina hjá slovensku leikarunum.
So er at vóna, at eitt minni land eisini ger ein skelk, tá Frakland og Noreg spæla HM-finalu í morgin klokkan 16.30.










