Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers taptu leygarkvøldið triðja dystin á rað í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Hesaferð tapti Sligo Rovers 0-1 fyri Shelbourne á heimavølli.
Fimm minuttir undan steðginum skoraði Mark Coyle sigursmálið fyri Shelbourne. Men málverjin hjá Sligo Rovers, Conor Walsh átti at hildið skotinum hjá Mark Coyle, men misti onkursvegna bóltin í málið. Eitt keðiligt málmansdropp.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##