VIDEO: Ísland tapti ímóti Kekkia

(Video) Fyrsti venjingardysturin aftaná staðfestingina av HM-luttøkuna endaði við einum 1-2 ósigri hjá íslendingum

 

Íslendska fótbóltslandsliðið er byrjað uppá fyrireikingarnar til eitt søguligt HM-endaspæl í Russlandi komandi summar. Talan er um fyrsta HM-endaspælið nakrantíð hjá Íslandi.

 

Í hesum døgum er íslendska fótbóltslandsliðið í Katar fyri at spæla venjingardystir. Fyrr í dag spældu íslendingar ímóti Kekkia á Abdullah bin Nasser bin Khalifa leikvøllinum í Doha í Katar.

 

Kekkar vunnu dystin 2-1. Tomás Soucek legði Kekkia á odda tá 19 minuttir vóru farnir av dystinum. Um miðjan seinna hálvleiki økti Jan Sýkora til 2-0. Tá eitt lítið korter var eftir av dystinum minkaði Kjartan Henry Finnbogason um munin til 2-1, sum gjørdist endaliga støðan.

 

Hóast tapið kom íslendska liðið til væl fleiri málroyndir. Ísland hevði 11 royndir á kekkiska málið, og seks royndir innanfyri málrammurnar. Kekkia hevði seks royndir á íslendska málið. Fýra av royndunum vóru innanfyri málrammurnar. 

 

Íslendski venjarin, Heimir Hallgrímsson sigur seg verða væl nøgdan við hendan venjingardystin. Hann heldur íslendska liðið spældi væl hóast tapið, sambært Morgunblaðnum. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá venjingardystinum millum Kekkia og Ísland í Doha í Katar.