Video: Ísland heldur HM-kósina

(Video) Síggj bæði málini, sum Ísland fekk ímóti Turkalandi á Laugardalsvøllinum í kvøld

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá HM-undankappingardystinum millum Ísland og Turkaland á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í kvøld.

 

Ísland vann 2-0 aftaná tvey tøtt mál, sum Theódór Elmar Bjarnason og Alfreð Finnbogason skutu í 42. og í 44. minutti. Íslendingar høvdu fleiri málmøguleikar enn turkar, og vunnu ein fult uppibornan sigur.

 

Í sama bólki vann Kroatia 1-0 á Finnlandi í Turku, og Ukraina vann heima 3-0 á Kosovo.

 

Støðan í bólki I :

 






                  
1 Kroatia38 - 17
2 Ísland36 - 37
3 Ukraina36 - 35
4 Turkaland33 - 52
5 Finnland33 - 51
6 Kosovo31 - 101