HERsíggjast málini sum komu í dystinum millum Hibernian og NSÍ á Easter Road leikvøllinum í Edinburgh í fyrru Europa League uppgerðini millum liðini. Upptøkurnar eru frá YouTube rásini hjá Hibernian.
Hibernian vann 6-1 aftaná ein ræðuligan fyrra hálvleik. Í steðginum var 4-0 til heimaliðið, og haraftrat fekk Einar Tróndargjógv reytt kort.
Tað var væl betri í seinna hálvleiki, og tá fekk Petur Knudsen eisini eitt frálíkt mál, har hann annað árið á rað skoraði uppá beinleiðis fríspark í Europa League.
Returdysturin verður á Svangaskarði á Toftum komandi hóskvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og FM1 sigur frá dystinum.