Video: Skrædl hjá Jóan Símun og liðfeløgunum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Randers FC-OB 4-0 (3-0) her

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í niðurflytingarbólki 1 í donsku superliguni millum Randers FC og OB, sum var spældur seinnapartin sunnudagin. Randers FC vann heili 4-0. Longu í steðginum var 3-0 til Randers FC.

 

Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan hjá OB í tí, sum heimasíðan hjá OB nevnir ein ógvuliga vánaligan dyst hjá fjónbúgvunum. 400 fjepparar høvdu ferðast úr Odense fyri at stuðla OB, og givið er, at tey vóru sera vónbrotin um avrikið. 

 

Fríggjadagin klokkan 17 er føroyingauppgerð millum OB og AC Horsens í Odense.

 

Randers FC – OB 4-0 (3-0)

08. 1-0 Selvmål

20. 2-0 Fisker

43. 3-0 Fischer

51. 4-0 Pourie