- Tað er trupult at fara inn í einstøk mál, men eg skilji ómetaliga væl, at fólk eru frustrerað og eg haldi hesar søgurnar eru ein góð, men keðilig mynd upp á, at tað er hent ov lítið á hesum økinum – serstakliga í Suðurstreymoy – seinastu nógvu árini, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðu við Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen varðar av almannaøkinum og harvið er tað hon, sum eigur endaligu ábyrgdina av ruðuleikanum, sum tey fólkini Sosialurin hevur tosað við í kampanjuni Tá skipanin svíkur, vísa á. Og landsstýriskvinnan er samd við teimum í, at fyri summi er skipanin kaotisk.
- Eg eri samd í, at tað er kaotiskt fyri summi. Men eg havi arbeitt serstakliga við tveimum tingum, sum eg haldi kunnu bøta um hetta øki framyvir, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hesi tvey økini eru, sambært landsstýriskvinnuni, at hon hevur roynt at lýst trupulleikarnar á økinum við eitt nú vardum bústøðum, sum teir eru beint nú. Har ímillum at finna fram til, hvørjum standi teir ymisku stovnarnir eru í, um teir kunnu brúkast framyvir, hvat riggar og so framvegis. Hitt er, at hon hevur nýtt orku uppá at finna fram til, hvussu tænasturnar best kunnu skipast framyvir.
- Til dømis hava vit eina góða skipan innan autismu øki, sum er skipað eftir leistinum ”Tann góða tilgongdin”. Tað riggar væl fyri nógv, tó tað enn eru trupulleikar sum standast av, at stovnar nú skulu arbeiða saman, har teir áður hava arbeitt hvør sær, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Landsstýriskvinnan vísir á, at samgongan hevur sett 200 milliónir av komandi árini til bygging av vardum bústøðum, nú fíggjarlógin fyri 2018 er løgd fyri tingið. Og tað bøtur upp á nakrar trupulleikar framyvir, men framvegis er akutta støðan hjá fleiri familjum ikki loyst.