Video, sjónvarp og PlayStation

..

Mikudagin fekk Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum nýggja útgerð. Talan er um sjónvarp, video og PlayStation, sum Kiwanisklubbin Rósan hevur latið. Forkvinnan í Rósuni, Katrin Isfeldt, handaði Oddmari Færø, yvirlækna, útgerðina.

Bogi Reinert Lydersen kemur nógv á Barnadeildina til viðgerðar. Mamma hansara heitti á Rósuna um at lata sjónvarp til børnini at stytta sær stundir við.

Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki fíggjarumstøður at útvega slíka eykaútgerð og fegnast tey tí um gávuna. Rósan eisini hevur áður latið til børnini á Landssjúkrahúsinum.

Rósan fær pening til vega við bingospæli, skavispølum og lutaseðlasølu.

Útgerðin, sum Rósan nú hevur latið kostar eini 10.000 krónur og er keypt frá Damor á Argjum