Fyri fyrstu ferð síðani 1938 er Týskland ikki at finna millum átta tey seinastu liðini í einum HM-endaspælið. Talan er um fyrstu ferð, at Týskland rýkur út úr einum HM-bólkaspæli. Í 1938 spældu tey 16 liðini beinavegin áttandapartsfinalur, og tá tapti Týskland 1-4 ímóti Sveis.
Suðurkorea fall við stórari æru tá teir sendu týsku heimsmeistararnar úr HM-kappingini. Suðurkorea vann við tveimum málum, ið vóru skoraði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Suðurkorea – Týskland 2-0 (0-0)
1-0 Young-Gwon Kim, 90+2
2-0 Heung-Min Son, 90+6
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Suðurkorea og Týskland.
Svøríki spældi sín besta HM-dyst í hesari øldini tá teir bláu og gulu vunnu 3-0 á Meksiko. Dystarendin bleiv tó margháttligur tá tað frættist, at Suðurkorea var komið á odda ímóti Týsklandi. Tá dysturin var liðugur vóru øll fegin, tí bæði Svøríki og Meksiko høvdu vunnið seg víðari í áttandapartsfinalurnar.
Meksiko – Svøríki 0-3 (0-0)
0-1 Ludwig Augustinsson, 50
0-2 Andreas Granqvist, 62 br.
0-3 Edson Alvarez, 74 sjálvmál
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Meksiko og Svøríki.