Signar í Homrum var ein artistunum á ársins Summar Festivali. Hann hevur fleiri ferðir áður havt minniligar framførslur í bæði tjaldi og á torgi, men hesaferð vóru boð eftir honum til stóra pallin á Vágsbøi.
Umstøðurnar vildu tað soleiðis, at tað, sum skuldi verið ein náttarkonsert, bleiv flutt til at verða ein seinnapartskonsert í góðveðri.
Ein av sangunum, sum Signar og hansara menn framførdur, var hittið Payin, sum Kjølar góvu út í 1990’unum.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj framførsluna av sanginum á Summar Festivalinum.