VIDEO: Sigursmálið hjá HB og góðar bjargingar hjá Teiti

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum HB-Maccabi Haifa 1-0 (1-0)

Maccabi Haifa hevur tvær ferðir spælt í Føroyum, og báðu ferðirnar hava teir tapt. Fyrru ferð var í 1995 tá teir taptu 2-3 fyri KÍ á Svangaskarði, og í kvøld taptu teir 0-1 fyri HB á Tórsvølli. Maccabi Haifa vinnur tó ein samlaðan 7-3 sigur.

 

HB – Maccabi Haifa 1-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 20.

 

HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum við ísraelskum frásøgumanni:

 

##med2##

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum og dystarendanum á FM1. Hoyr eisini Símun Samuelsen, viðmerkjara taka samanum dystin.