Allir evropeiskir fótbóltsserfrøðingar og allar veddingarfyritøkur peikaðu á ein heimasigur til Maccabi Haifa móti HB í í triðja umfari í Europa Conference League undankappingini.
HB fekk tvey góð mál, men lat tíverri alt ov nógv mál inn í Haifa í kvøld. Seinna gula kortið Heðin Hansen fekk tá ein tími var spældur av dystinum gjørdist eisini dýrt fyri HB.
Fyri føroyska UEFA Club Ranking roknskapin hevur tað tó framvegis stóran týdning um HB kann fáa stig í returdystinum á Tórsvølli um eina viku.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum í Haifa:
##med2##
Maccabi Haifa - HB 7-2 (3-1)
1-0: David 6.
2-0: David 24.
2-1: Mikkel Dahl 29.
3-1: Haziza 45.+5.
4-1: Gershon 62.
4-2: Daniel Johansen br 70.
5-2: Sahar 74.
6-2: Atzili 82.
7-2: Ashkenazi 92.
Dómarabólkur úr Belgia: Erik Lambrechts, Rien Vanyzere, Jo de Weirdt og Nathan Verboomen (4. dómari)
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Pætur J. Petersen, 63.), Heðin Hansen – Mads Bo Mikkelsen, Michal Przybylski, Adrian Justinussen (Stefan Radosavljevic, 46.) – Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 81.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Jákup L. Thomsen, Ási Dam, Áki D. Samuelsen
Gult kort: Heðin Hansen 36., René S. Joensen 56.,
Reytt kort: Heðin Hansen 60. (2 gul)
Venjari: Kevin Schindler