VIDEO: Síggj málini Adrian skoraði móti HB Køge

(Video) Loksins ber til at síggja málini Adrian Justinussen skoraði farna fríggjakvøld

Tað gongur ikki altíð so skjótt at útvega hæddarpunkt frá fótbóltsdystum hjá føroyskum fótbóltsútisetum.

 

Farna fríggjakvøld skoraði Adrian Justinussen tvey mál fyri Hillerød.

 

Á heimavølli í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann Hillerød á heimavølli 4-2 (2-1) á HB Køge.

 

Adrian skoraði til 1-0 og til 4-2.

 

Adrian er toppskjútti í deildini við seks málum aftaná fimm umfør.

 

HER  ber til frá tveimum minuttum og 20 sekundum at síggja málini frá dystinum Hillerød-HB Køge 4-2 (2-1).