VIDEO: Síggj málini Adrian og Pingel skoraðu móti Helsingør

(Video) Loksins eru bæði málini hjá Adrian Justinussen tøk, ið hann skoraði móti Helsingør

Tað er langdrigið at útvega mál og hæddarpunkt frá næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Og tað var serliga harmiligt nú Adrian Justinussen farna fríggjakvøld skoraði tvey mál fyri Hillerød móti Helsingør.

 

Longu í sjeynda minutti legði Adrian Hillerød á odda. Bert 10 minuttir seinni javnaði Helsingør upp á eitt brotsspark. Men longu í 21. minutti fekk Rasmus Møller Hillerød á sigurskós aftur.

 

Tá 56 minuttir vóru leiktir skoraði Adrian annað málið í kvøld og økti til 3-1. Nicklas Bjerre Schmidt legði upp til annað málið hjá Adrian.

 

Sebastian Pingel vildi eisini sleppa upp í part, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini økti hann til 4-1 aftaná eitt upplegg frá Lucas Bøje-Larsen.

 

Heilt móti endanum fekk Helsingør pyntað um úrslitið til 4-2.

 

HER  ber til at síggja øll málini, ið vóru skotin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta umfarið. Málini frá dystinum hjá Fredericia, ið hevur Mattias H. Lamhauge í málinum, móti AaB síggjast fremst í brotinum. Næsta brotið er 4-2 sigurin hjá Hillerød á Helsingør.