Tað eydnaðist Füchse Berlin í bólki A í Champions League at vinna 37-34 á PSG á útivølli. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-18.
Hákun stóð seg væl í kvøld. Hann skoraði fimm mál upp á átta málroyndir móti heimsklassa málverjunum, Jannick Green og Andreas Palicka. Eisini stóð Hákun væl í verjuni hjá Füchse Berlin.
Lasse Andersson var flúgvandi hjá Füchse Berlin. Hann skoraði heili 13 mál.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum, har Hákun eisini sæst skjóta eitt gott mál fyri Füchse Berlin:
##med2##