VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey góð mál móti Porto

(Video) Her er ein samandráttur frá EHF European League dystinum Porto-THW Kiel 30-35 (15-17)

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur vart við seg ígjár. Hann og Bence Imre vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá THW Kiel í dysti á útivølli í EHF European League móti Porto. Teir skutu sjey mál hvør.

 

Kiel vann 35-30 (17-15) á Porto og er fremst í millumbólki 3 við níggju stigum fyri fimm dystir. Komandi hóskvøld verður bólkafinala í Kiel móti Melsungen, ið hevur átta stig.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst at skjóta tvey góð mál, umframt at vera við í uppspælinum til onnur mál:

 

##med2##