Landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í norðurmakedonska liðnum, Shkupi høvdu undan heimadystinum móti Rabotnicki ígjár leikt javnt í trimum dystum á rað.
Tí kom tað væl við, at Shkupi sum hevði Jóan Símun við frá byrjan í dag vann 3-2 á heimavølli á Rabotnicki.
Abdul Rwatubyaye og Emanuel Gronner syrgdu við hvør sínum máli fyri, at Shkupi var á odda 2-0 í steðginum.
Men í seinna hálvleiki megnaði Rabotnicki at koma upp á javnleik 2-2. Abdul Rwatubyaye syrgdu tó fyri við sínum seinna máli, at Shkupi ikki aftur endaði við einum javnleiki í dag.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Jóan Símun sæst við nummar 14 á troyggjuni:
##med2##