39 ára gamla spanska legendan, Sergio Ramos spælir nú við Monterrey í bestu meksikonsku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag tryggjaði hann Monterrey javnleik 1-1 móti Inter Milan í HM fyri felagslið, tá hann stútaði ein hornasparksbólt í netið. Lautaro Martinez skoraði málið hjá Inter. Italska liðið hevði bóltin meira, og hevði fleiri royndir á málið, men tað rakk bara til eitt stig.
Argentinska liðið, River Plate er oddalið í innleiðandi bólki E við trimum stigum. Monterrey og Inter hava eitt stig hvør, og japanska liðið, Urawa Reds er aftast við ongum stigi.
40.311 sóu dystin á Rose Bowl leikvøllinum í Pasedena í Kalifornia. 92.542 áskoðarapláss eru á leikvøllinum, so staðfestast má, at tað eru nógv gapandi tóm setur undir HM-endaspælinum fyri felagslið. Og tað er galdandi fyri so at siga allar dystirnar.
Monterrey-Inter Milan 1-1 (1-1)
1-0 Sergio Ramos ('25)
1-1 Lautaro Martinez ('42)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Monterrey og Inter Milan:
##med2##