Video: Senegal-Kolumbia 0-1 og Japan-Póland 0-1

(Video) Síggj tey seinastu málini, ið vóru skotin í HM bólki H

Tað verða Kolumbia og Japan sum fara víðari úr HM bólki H, og Senegal endar við Svartaperi.

 

Japan tapti 0-1 ímóti Pólandi. Jan Bednarek skoraði sigursmálið hjá Pólandi. Japan og Senegal endaðu bæði á fýra stigum, og bæði høvdu málmunin 4-4, men góði atburðurin hjá Japan á vøllinum loysti seg, tí Japan fer víðari til áttandapartsfinalurnar uppá færri gul kort. Innanhýsis dysturin millum Senegal og Japan endaði 2-2, so har var eisini javnt. Tí var neyðugt at lata Fair Play avgera hvør kom víðari í kappingini. 

 

við einum máli, ið Yerry Mina stútaði í málið hjá Senegal tá 74 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Senegal-Kolumbia 0-1 (0-0)

 

0-1 Yerri Mina (74.)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Senegal og Kolumbia.

 

Japan-Póland 0-1 (0-0)

 

0-1 Jan Bednarek (59.)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Japan og Póland

 

1. Kolumbia 6 stig

2. Japan 4 stig, málmun 4-4 (Japan víðari uppá færri gul kort)

------------------------------

3. Senegal 4 stig, málmun 4-4

4. Póland 3 stig