VIDEO: Seinasti dysturin hjá El Paso hetta kappingarárið

(Video) Petur Knudsen og liðfelagarnir í El Paso taptu 0-1 fyri Orange County í Play Off dystinum í næstbestu amerikonsku fótbólsdeildini

Fótbóltsævintýrið hjá Peturi Knudsen í USA fer nú í ein vetrarsteðg.

 

Tíðliga í morgun føroyska tíð spældu Petur og liðfelagarnir í El Paso Locomotive áttandapartsfinalu/Play Off dyst móti Orange County á útivølli.

 

Orange County vann dystin 1-0, og tað merkir, at kappingarárið hjá El Paso er liðugt.

 

Orange County skoraði sigursmálið beint undan steðginum.

 

Petur kom á vøllin tá 58 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Orange County-El Paso 1-0 (1-0):

 

##med2##