Seinast B36 hevði eina góða gongd í evropeiskum fótbólti bleiv eisini talan um dyst ímóti einum turkiskum stórliði.
B36 hevði vunnið samanlagt 5-2 á maltesiska Birkirkara í fyrsta undanumfarinum í Champions League undankappingini. Í øðrum umfari bíðaði turkiska stórfelagið, Fenerbache sum tá hevði brasilsku legenduna, Zica sum høvuðsvenjara.
Lagnan vil tað soleiðis, at B36 júst 12 ár aftaná teir spældu ímóti Fenerbache á Sükrü Saracoglu leikvøllinum í Istanbul spælir ímóti Besiktas í Europa League undankappingini á ovara vølli í Gundadali.
26. juli í 2006 tapti B36 0-4 ímóti Fenerbache. Tað bleiv ikki frægari á Tórsvølli í returdystinum. Tá tapti B36 0-5, og harvið samlað 0-9.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj 1-0 málið sum Fenerbache fekk í fyrra dystinum sum endaði 4-0 til Fenerbache. B36 megnaði at halda málið reint í 25 minuttir. Stephen Appiah legði Fenerbache á odda.
Gongdin og liðið hjá B36 26. juli í 2006 sambært faroesoccer.com:
Min. | Hending | Mál | Fenerbahce | B36 |
---|---|---|---|---|
21' | GK | Serkan Balci | ||
25' | GK | Nicolas Anelka | ||
26' | 1-0 | Stephen Appiah | ||
39' | 2-0 | Tümer Metin | ||
54' | 3-0 | Tuncay Sanli | ||
54' | Tuncay Sanli | |||
61' | GK | Niels Joensen | ||
77' | GK | Kenneth Jacobsen | ||
85' | GK | Símin Hansen | ||
90' | 4-0 | Önder Turaci |
|
Nr. | B36 - Leikarar |
---|---|
1 | Jákup Mikkelsen (M) |
2 | |
5 | Niels Joensen 72' |
6 | |
9 | |
10 | |
15 | |
20 | |
22 | Klæmint Matras (L) |
23 | Sylla Amed Davy 76' |
28 | |
21 | |
N/A | |
3 | John Hansen 72' |
7 | Símin Hansen 76' |
12 | |
13 | |
14 | Jóhan Gunnarsson 62' |