Video: Schweinsteiger skoraði í fyrsta dystinum

(Video) Síggj fyrsta málið Bastian Schweinsteiger skoraði fyri Chicago Fire í Major Soccer League

Longu í fyrsta dystinum hjá sær fyri Chicago Fire í Major Soccer League vísti 32 ára gamli Bastian Schweinsteiger, at enn eru knotur í honum.

 

Tá bert 17 minuttir vóru farnir av dystinum ímóti Montreal Impact hevði Bastian Schweinsteiger lagt Chicago Fire á odda 1-0. Dysturin endaði annars við javnleiki 2-2.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj fyrsta málið hjá Bastian Schweinsteiger í Major Soccer League.

 

Bastian Schweinsteiger hevur á yrkisleið síni vunnið bundesliguna átta ferðir við Bayern München. Hann hevur eisini vunnið HM í fótbólti og Champions League. Í Manchester United gekk tó ikki so væl hjá Bastian Schweinsteiger, sum bert spældi 18 dystir og skoraði bert eitt mál fyri United í smá tvey ár.