VIDEO: Samuel spældi fyrsta heila dystin fyri SJK

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum SJK Seinäjoki-Oulu 1-1 (1-1)

Samuel Chukwudi spældi ígjár sín fyrsta heila kappingardyst fyri finska liðið, SJK Seinäjoki.

 

SJK Seinäjoki spældi ígjár seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í Liga Cup kappingini. Dysturin var ímóti AC Oulu.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Jeremiah Streng legði SJK á odda í 49. minutti. 16 minuttir seinni javnaði Oulu til 1-1.

 

SJK endaði á einum fjórða plássi í bólki B við fimm stigum fyri fimm dystir, og heldur ikki fram í kappingini.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Samuel sæst við nummar 34 á rygginum:

 

##med2##