Video: Samrøða við Lukasz Cieslewicz

Lukasz tosar um sigurin á HB, Tórður Thomsen og um vónirnar at endurvinna FM

Lukasz Cieslewicz hevur verið ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá B36 í fleiri ár. Aftur í gjár var hann millum málskjúttarnar, tá B36 vann 3-1 á grannunum úr HB.

 

Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

Lukasz er fegin um sigurin og greiður eitt sindur frá gongdini í dystinum. Eisini gevur hann sína greiðu meting um støðuna, tá Tórður Thomsen fekk gult kort fyri at fella René Shaki Joensen.

 

Les eisini: Samandráttur HB - B36 1-3

 

Framrættaði miðvallarin greiður eisini eitt sindur frá leiklutinum hjá honum á B36 liðnum, sum hann vónar kann bjóða av um FM.