VIDEO: Samrøða DR hevði við Ingálv av Reyni í 1969

(Video) Í dag, 18. desember eru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni varð borin í heim

Í dag, 18. desember eru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni varð borin í heim.

Í 1969 gjørdi sjónvarpið hjá DR heimildarsendingina úr Føroyum, ið nevndist "Hvad med kulturen på Færøerne".

Eitt av mongum forvitnisligum innsløgum í sendingini er samrøðan DR ger við Ingálv av Reyni meðan hann finnur sær inspirasjón og skitserar úti í føroysku summarnáttúruni.

Í samrøðuni gevur Ingálvur til kennar, at í anno 1969 var listarliga umhvørvið í Føroyum ikki so breitt sum hann hevði ynskt, at tað var tá á døgum.

HER BER TIL AT SÍGGJA INNSLAGIÐ HJÁ DR FRÁ 1969:

##med2##