Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at hann ongantíð kann taka undir við, at man við býtinum av menningarkvotunum nú ger mismun á Norðoyggjum og Eysturoynni í mun til restina av landinum.
- Tað snýr seg faktist um at útiloka Norðuroyggjar og Eystoynna frá hesum, og tað vit hava mótmælt er, at man lóggevur á ein slíkan hátt, at man diskriminerar partar av landinum. Hví skulu Norðoyggjar og Eysturoyggin ikki hava somu møguleikar sum onnur, spyr Jákup Mikkelsen.
Uppskotið sigur, at menningarkvoturnar eru tengdar at arbeiðsloysi og fiskatilfeingi í økinum. Jákup Mikkelsen sigur, at hann einki hevur ímóti, at man ger átøk fyri øki í landinum, men at beinleiðsi útiloka ein part av samfelagnum er ikki í lagi.
Trýst á pílin fyri at síggja samrøðu, sum Danjal av Rana, tíðindamaður, gjørdi við Jákup Mikkelsen fyri løtu síðani.










