VIDEO: Samandráttur Ísland-Kroatia 22-23 (EM)

(Video) Vegurin hjá Íslandi til hálvfinalurnar gjørdist trangri nú

Aftaná aldarinnar avrik, 29-21 (17-10) sigur á Fraklandi fyrradagin fall Ísland móti Kroatia í dag við teprum 22-23 tapi. Í steðginum var Ísland á odda 12-10. Tað var serliga fyrsta korterið í seinna hálvleiki sum var dýrt, har Kroatia togaði seg frá 10-12 og upp á 19-15 leiðslu.

 

HER  ber til at lesa tað sum Jóannes Hansen skrivaði um dystin á in.fo. 

 

Nú skulu tingini laga seg um Ísland skal røkka øðrum plássinum og harvið hálvfinalunum. Tað kann gerast um Danmark vinnur á Fraklandi mikudagin, samstundis sum Ísland vinnur á Montenegro. Tá verur Ísland betur innanhýsis enn Frakland. Frakland spælir annars móti Montenegro klokkan 19.30 í kvøld.

 

Danmark og Niðurlond spæla nú.

 

Ísland – Kroatia 22-23 (12-10)

 

Gongdin í dystinum: 2:1, 3:2, 5:4, 9:4, 10:6, 12-10, 13:13, 14:15, 15:19, 19:21, 22:21, 22-23.

 

Ísland : Orri Þorkelsson 6, Ómar Ingi Magnusson 5, Sigvaldi Guðjónsson 5, Elvar Ásgeirsson 4, Elliði Viðarsson 1, Ýmir Gislason 1.

 

Kroatia : Tin Lucin 6, Ivan Martinovic 5, Ivan Cupic 5, Marino Maric 2, Ante Gadza 1, Veron Nacinovic 1, Luka Cindric 1, Zvonimir  Srna 1, Marin Jelinic 1.

 

Danmark hevur seks stig. Ísland og Frakland hava fýra stig. Niðurlond, Montenegro og Kroatia hava øll tvey stig.

 

HER ber til síggja ein samandrátt av dystinum millum Ísland og Kroatia: 

 

##med2##