Video: Samandráttur frá Stórsteypadystinum

Tað skuldi brotssparkskapping til, áðrenn KÍ vann Stórsteypadystin móti HB

Í gjár var Stórsteypadysturin millum meistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr HB. Tað endaði við javnleiki 1-1. Tí varð farið til brotssparkskapping, har KÍ vann 5-4.

##med2##

Tað var annars Adrian Justinussen, sum legði HB á odda tíðliga í seinna hálvleiki, men løtu seinni javnaði Ole Erik Midtskogen fyri KÍ. Tað komu ikki fleiri mál og tí varð farið til brotssparkskapping.

Her stóð Adrian Justinussen eftir sum skurkurin, tí Kristian Joensen bjargaði brotssparkinum frá gøtumanninum í HB. Tí er KÍ Stórsteypavinnari 2020. Tað er fyrstu ferð, at KÍ hevur vunnið steypið.

Til ber at síggja ein samandrátt frá Stórsteypadystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp við at trýsta HER.

 ##ms## 

 ##med3##