Stockholm er í undantaksstøðu júst nú, eftir at ein lastbilur koyrdi inn í mannamongd á Dronningegata í Stockholm og síðani inn í stórsentrið Åhlens.
Í øllum førum tvey fólk hava latið lív av álopinum, sum svenski forsætisráðharrin kallar fyri terror.
Inna Tornroos, føroyingur í Stockholm sigur, at støðan júst nú er púra kaotisk, tí enn kenna sviar ikki vavið av álopinum, sum varð framt fyri áleið tveimum tímum síðani.
Les eisini: Føroyingur i Stockholm: Her er totalt kaos
Sí her videobrot, sum varð tikið stutt eftir lastbilurin krassjaði inn í stórsentrið á gøtuni.