Video: Súrt at tað skuldi enda so

Tað sigur Bjarni Petersen, sum var ein hálvan minutti frá at søkkja Pólland

Føroyska U21 landsliðið var so óendaliga nær við at vinna á Póllandi í gjár. Føroyar vóru á odda 2-1 til yvir 94 minuttir vóru spældir, tá Pólland javnaði.

 

Síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Tað er súrt tá tað hendir upp á handan mátan, tí teir skorað í 90. minuttir, sigur Bjarni Petersen úr B36, sum spældi í miðverjuni allan dystin.

 

Les eisini: Mistu sigurin á stokkinum

 

Hann skoraði sjálvur málið til 2-1, eftir eitt hornaspark. Stutt frammanundan fekk Pólland liðskiparan útvístan.

 

- Hatta er nakað vit kalla Norra, har allir samlast tætt undir málinum. Eg plagi at standa fremst, men Hákun Edmundsson ger allatíð fríspark, so vit býttu um, sigur Bjarni Petersen um hornasparkið, sum bleiv umsett til 2-1 málið.

 

Bjarni Petersen greiðir eisini frá hvat framtíðin hevur at bjóða uppá.