Fótbóltsføroyar fegnast aftaná tveir landsliðssigrar. Fyrst 1-0 sigurin hjá U21-landsliðnum í EM-undankappingini á Montenegro á Svangaskarði, og síðani um 2-0 sigurin á Andorra í Nations League bólki D á Tórsvølli.
Klæmint A. Olsen gjørdist við tveimum málum avgerandi munurin millum Føroyar og Andorra.
Bæði málini hjá Klæminti vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og í báðum førum var tað toppskjúttin í føroyskum fótbólti yvirhøvur, Klæmint A. Olsen, sum var málskjútti. Hann hevur nú skorað fimm mál á landsliðnum. Í kvøld var hann fyrstu ferð tvífaldur málskjútti á landsliðnum.
Í fyrra førinum var hann fyrstur á við nærra stólpa eftir innlegg frá Meinhardi E. Olsen, tá ið hann sera hegnisliga beindi bóltin í handaru síðu av málinum, og í seinna førinum stýrdi hann við høvdinum frágera væl bóltin í handaru síðu av málinum, eftir at Hallur Hansson legði innfyri.