HM-endaspælið í fótbólti varð sparkað í gongd seinnapartin, tá ið vertslandið, Russland, tók ímóti Saudi Arabia á Luzhniki Stadium í Moskva. Hetta var dystur í bólki A, hini bæði londini eru Uruguay og Egyptaland.
5-0 gjørdist endaliga úrslitið, og Russland fekk tískil sína dreymabyrjan uppá HM-kappingina frammanfyri 78.000 áskoðarum í Moskva. Hin dysturin í bólkinum ímillum Egyptaland og Uruguay verður í morgin kl.13.00.
5-0-sigurin hjá Russlandi fer í søguna sum tann størsti setanarsigurin (fyrsti dystur í kappingini, red.) í HM. Brasil átti metið fram til í dag við 4-0-sigri á Meksiko í setanardystinum í 1950.
HER ber til at síggja málini frá dystinum.
Russland – Saudi Arabia 5-0 (2-0)
1-0: Yuri Gazinskiy, 12.
2-0: Denis Cheryshev, 43.
3-0: Artem Dzyuba, 71.
4-0: Denis Cheryshev, 90.
5-0: Aleksandr Golovin, 90.