VIDEO: Síggj málini frá Kosovo-Malta 3-1 (1-0)

(Video) Kosovo er í góðum málformi áðrenn Nations League dystin ímóti Føroyum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum í okkara bólki í Nations League millum Kosovo og Malta í Pristina í Kosovo.

 

Kosovo vann 3-1. Benjamin Kololli legði Kosovo á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Andrei Agius javnaði fyri Malta tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, ið var ein hvøkkur fyri heimafjøldina. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Vedat Muriqi Kosovo á odda 2-1. Løtu seinni fekk Michael Mifsud tað reyða kortið, og 10 minuttir áðrenn leiklok staðfesti Benjamin Kololli sigurin.

 

Kosovo kann við einum sigri á Tórsvølli ímóti Føroyum taka eitt risafet ímóti einum bólkasigri, og eingin ivi er um, at tað er júst tað teir ætlað sær. So er vóna, at Føroyar megna at steðga sterka kosovanska liðnum, og skapa spenning aftur í bólk 3 í Nations League deild D.