VIDEO: Síggj málið og útvísingina hjá Sonna Ragnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá stórsteypadystinum - FAI President´s Cup - millum Shamrock Rovers og Dundalk FC

Í Írlandi er stórsteypið nevnt eftir forsetanum og eitur FAI President´s Cup.

Shamrock Rovers og Dundalk FC við Sonna Ragnar Nattestad við frá dystarbyrjan møttust í hesum dystinum í gjárakvøldi.

Beint undan hálvtímanum legði Sonni Ragnar Dundalk FC á odda við einum góðum stútara. Beint undan ein tími var leiktur fekk Sonni Ragnar reyða kortið.

Sonni Ragnar kom upp at togast við Chris McCann hjá Shamrock Rovers aftaná eina takling, og aðrir spælarar komu uppí í leikin. Aftaná at hava avrátt við hjálpardómarnar valdi dómarin at geva Sonna Ragnari reyða kortið, og hinum sum vóru partur av rokinum gav hann bara tað gula kortið.

Aðrir í hópinum hjá Dundalk søgdu við írskar miðlar aftaná dystin, at Sonni Ragnar átti í mesta lagi at fingið eitt gult kort fyri støðuna. 

Dysturin endaði 1-1, og so var farið í holt við brotssparkskappingina. Dundalk vann brotssparkskappingina 4-3, og Sonni Ragnar hevur longu vunnið sítt fyrsta steyp í írskum fótbólti um enn talan var um eina ógvuliga blandaða uppliving í kvøld.

HER  ber til at síggja málið og útvísingina og hini hæddarpunktini frá dystinum millum Shamrock Rovers og Dundalk FC:

##med2##