VIDEO: Síggj málið Jóan Símun skoraði móti Wiesbaden

(Video) Síggj málini frá dystinum í 2. bundesligu í Týsklandi: Wehen Wiesbaden – Arminia Bielefeld 2-5 (1-3)

Jóan Símun Edmundsson kom á máltalvuna, tá Arminia Bielefeld í dag vann 5-2 á útivølli móti SV Wehen Wiesbaden í dysti í aðru bundesligu í Týsklandi.

Føroyski landsliðsspælarin økti til 3-1 stutt fyri hálvleik, tá hann fangaði ein bólt frá verjuni hjá Wiesbaden.

Úrslitið merkir, at Arminia Bielefeld liggur næstfremst í aðru bundesligu.

Arminia Bielefeld, ið eru ósigraðir í deildini aftaná sjey teir fyrstu dystirnar 

Komandi fríggjadag spælir Arminia Bielefeld oddauppgerð móti gamla stórfelagnum, Stuttgart á heimavølli í Bielefeld.

Her ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Wehen Wiesbaden og Arminia Bielefeld:

##med2##