Video: Síggj framúr vakra málið hjá Jóan Símun

(Video) Síggj málini frá dystinum OB-Randers FC 3-0 (1-0) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI og síggj tey trý málini OB fekk, tá teir á heimavølli í dysti ímóti Randers FC vunnu 3-0. Í steðginum var OB á odda 1-0 við einum framúrskarandi vøkrum máli, sum Jóan Símun Edmundsson skoraði.

 

Randers byrjaði dystin best, men tá ið 24 minuttir vóru farnir tók Jóan Símun Edmundsson sakina í egnar hendur. Hann rak framvið einum leikara á vonginum og langaði eitt vakurt langskot í mál til 1-0 til heimaliðið.

 

Tað var ikki síðsta OB-perlan í dystinum. Fyrst setti Rasmus Jönsson tríggjar mans av og potaði bóltin í mál til 2-0, áðrenn hann eitt korter fyri leiklok sneiddi eitt frálít skot upp í málhornið til 3-0 til OB.

 

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum. Jóan Símun spældi allan dystin. Við sigrinum hevur OB vunnið seg upp á 21 stig og samstundis av aftasta plássi upp á næstaftasta pláss.