VIDEO: Síggj "David Beckham-málið" hjá Kaj Leo

(Video) Síggj málini frá dystinum Akranes-Valur 2-4 (0-3), har Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði eitt framúr gott mál

Oddaliðið í íslendskum fótbólti er framvegis Valur, ið hevur Heimir Guðjónsson sum venjara, og Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson í hópinum.

Ígjárakvøldi vann Valur 4-2 á Akranesi á útivølli.

Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin seinasta korterið, og hann setti punktum við at skora sigursmálið til 4-2. Valur var á odda 3-0 aftaná ein hálvur tími var farin, men heimaliðið skoraði tvær ferðir seinasta korterið, áðrenn Kaj Leo setti punktum.

Og tað var ikki smávegis mál hjá Kaj Leo. Komin nakað framum miðstrikuna sær Kaj Leo, at málverjin hjá Akranesi er komin eitt sindur langt út frá málinum. Og Kaj Leo gjørdi sum David Beckham gjørdi fyri Manchester United móti Wimbledon í Premier League í 1995, og skoraði eitt sera minniligt mál frá langari frástøðu.

Valur hevur 34 stig og er átta stig frammanfyri hitt føroyingaliðið, FH sum hevur Gunnar Nielsen sum fastan málverja hetta kappingarárið. 

HER ber til at síggja málini sum komu á Akranesi. Njótið serliga 4-2 málið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu:

##med2##

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/8894a91a-c566-48a1-b1f5-5039b640e1ae-1600415571522" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>