Video: Søgan aftanfyri vøkru oyggjaleikaheiðursmerkini í Gotlandi

OYGGJALEIKIR: Síggj og hoyr søguna um vøkru oyggjaleikaheiðursmerkini, sum føroysk ítróttarfólk skulu royna at vinna í Gotlandi

Føroysku ítróttarfólkini, sum fara at vinna gull, silvur ella bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum í Gotlandi í Eystrasalti fáa eitt vakurt heiðursmerki, sum eitt gott og varandi minnið um Gotland við sær heimaftur til Føroya. 

 

 

Tað eru Sussie Pettersson, Maria Pettersson og Erik Unnerfeldt, sum vegna fyritøkuna "Gotlandssmycken" hava sniðgivið heiðursmerkini. Hvørt heiðursmerki hevur eitt lítið petti av einum fornaldargomlum, gotlendskum steini. Soleiðis fáa heiðursmerkjavinnararnir eitt lítið pettið av gotlendskari søgu við sær heimaftur.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr søguna um serligu oyggjaleikaheiðursmerkini. Tað er YouTube rásin hjá oyggjaleikafyrireikarunum í Gotlandi, sum hevur gjørt filmin.

 

 

Frásøgnin er á svenskum við enskum undirtekstum, so tey yngru kunnu so lesa seg fram til tað, sum verður greitt frá í stutta filminum.