VIDEO: Ronaldo bjargaði Portugal undan skommini

(VIDEO) Tað bragdaði ikki hjá Portugal ímóti Andorra fyrrenn heimsins besti spælari kom á vøllin

Andorra er eitt vakurt og spennandi land og ferðaland, og fólkini í Andorra eru fitt og fyrikomandi.

 

Men teir hava ein primitivan heimavøll, ein gamlan graslíkisvøll við karvaðum gummidekkum, og teir hava eitt landslið, sum spælir rættiliga primitivt, og tað saman við vánaliga undirlagnum ger Andorra til ein torføran útivøll hjá øllum liðum.

 

Sterka sveisiska liðið vann bara 2-1 í Andorra, Lettland vann 1-0 uppá eitt málmansdropp, Ungarn tapti 0-1 í Andorra, og Føroyar spældu javnleik 0-0 í Andorra. Eisini Portugal hevði sítt hoyggj við Andorra ígjár.

 

Portugal valdi at byrja uttan Cristiano Ronaldo í Andorra ígjár, og tað gekk ikki væl. Í steðginum var støðan 0-0, men so kom heimsins besti fótbóltsspælari á vøllin, og so bragdaði hjá Portugal. Tá ein tími var farin av dystinum legði Cristiano Ronaldo Portugal á odda 1-0, og fimm minuttir áðrenn leiklok staðfesti André Silva sigurin.

 

Andorra vardi og vardi, og gjørdi sum vant nógv størri og smærri fríspørk ígjár. Spennandi verður at síggja um Lettland megnar at bróta Andorra niður í Riga týskvøldið í dystinum um fimta plássið í HM-undanbólki okkara.

 

Portugal og Sveis spæla bólkafinalu sama kvøld. Vinnur heimaliðið, Portugal sleppa teir til HM. Sveis kann vinna bólkin við javnleiki ella sigri. Sama kvøld spæla Ungarn og Føroyar um triðja plássið í Budapest í Ungarn.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Andorra-Portugal 0-2 (0-0). Her verður væl og virðiliga staðfest, at tað er torført hjá øllum at spæla ímóti Andorra í Andorra.